Listi av ofta brúktum fornøvnum
Tú kanst brúka hesa heimasíðuna at stovnað eitt persónligt, fleirmælt kort við tínum nøvnum, fornøvnum, samleikaorð, pride fløgg, o.s.fv. - sum tú síðani kanst leinkja í tínari bio ella teldupostfót. Tað er ein einfaldur máti at fortelja fólki, hvussu tey skulu umtala teg!
Binerar formar
Fornøvn ≠ kyn. Onkur kann verða ikki-biner og enn brúka fornøvn sum samsvarða (ella eru mótsatt) tað kyni tey fyngu til deilt tá tey vóru fødd.
Semi-normativar formar
Hesi fornøvn eru longu vanliga brúkt á føroyskum, men tey hava stutt síðani fyngi ein annarleiðis meining: til at umtalað ein einstakan persón.
- tey/teirra – "Tey" í eintali Normativ
- tað/tess – Normativt "tað/tess" Normativ
Nýfornøvn
Í mun til hini fornøvnini, so eru hesi ikki viðurkend sum "grammatiskt rætt". Nýfornøvn eru nýggj. Tey eru kanska ikki í nakrari orðabók, men tað gerð tey ikki verri fyri tað!
Generator
Tú kanst eisini brúka hettar tólið hvar tú fyllur út tey tómu feltini í setningarnar, og tólið ger eitt leinki sum er klár at deila við onnur.
Formar ið kunnu skiftast um
Fleiri ikki-biner fólk brúka meira enn ein form og hava tað fínt við at vera umrødd við øllum tveimum formunum. Summi dáma væl, tá onnur skifta millum teir formarnar, tá tosað verður um tey.
sleppa-undan / eingin-fornøvn / null fornøvn / fornavnleys Normativ
Summi fólk vilja heldur ikki brúka nøkur fornøvn, ístaðin at fólk tosa við og um tey við navn, forbókstavir, sleppa undan fornøvn við passivari rødd, ella við at umorða setningin. Sí: lypomania's guide, Nullpronominal á LGBTA Wiki
Kenslutekn-fornøvn
"Emojiself" fornøvn eru ætlað til samskifti á netinum og skulu ikki úttalast.-
Ein persónur, sum brúkar spegilsfornøvn, vil verða nevndur við somu fornøvnum sum tann, sum tosar.
-
Sjálvt um fyri nógvum er tað sera týdningarmikið at fólk brúka bestemt fornøvn at tosa um tey, so eru tað eisini onnur sum ikki leggja í hvørji fornøvn man brúkar fyri tey - so leingi sum tað er greitt í kontekstinum hvønn man tosar um.
Okkara endamál
Vit stríða fyri frælsi, virðing og inklusjón í máli.
- Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir tey best.
- Virðing – so at fornøvnini hjá ørðum eru vird.
- Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey fyri nakrari orsøk.