Míni fornøvn eru:

hann/hansara

(Normativt “hann/hansara”)

Setningar við dømir:

  • Eg haldi hann er fittur.
  • Eg møtti hann stutt síðani.
  • Er hattar hansara hundur?
  • Hann fortaldi mær at húsið er hansara.
  • Hann segði at hann vil heldur gera tað sjálvur.
  • Hann er so vakur.
  • Hann svaraði telefonini.
  • Eg tosaði við honum í gjár.
  • Hevur tú hug at fara í biograf saman við honum?
  • Mín yndislitur er lilla, hansara er gult.
  • Eg haldi at hann er "slay".
  • Hann vil sparka fótbólt.

Talva:

HvørfallHvønnfallHvørjumfallHvørsfall
hann hann honum hansara

Deil:

Keldur frá mentanarligum tekstum:

Normativt “hann/hansara” (hann/hansara)

  • biitEg eri tvørkynd/ur (Kringvarp Føroya) , 2024

    • "Hann greiðir frá, hvussu tað kennist at vera tvørkyndur, serliga í Føroyum; hvussu tað var at koma út; og hvussu ferðin var at skifta kyn og hvørjar avbjóðingar tað kann føra við sær."
  • Ingi SamuelsenSam Smith vil ikki kallast ”hann” longur (Dagur.fo) , 2019

    • "Gitni enski sangarin Sam Smith kennir seg ikki longur sum ein maður, og vil tí ikki kallast hann. Sam Smith ynskir at fólk heldur umrøða ella tiltala tey (hann) í hvørkikyni, fleirtal."
    • "Tey koma undir sokallaða bólkin, ið kenna seg inter-binær, tvíkynd, har samleiki teirra onkusvegna flýtir millum kynini, skrivar Danmarks Radio."

Hvat er alt hettar við fornøvnum?

Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…

Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.

Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.

Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!

Forsíða