Ofta spurdir spurningar

Okkara endamál

Vit stríða fyri frælsi, virðing og inklusjón í máli.

  • Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir tey best.
  • Virðing – so at fornøvnini hjá ørðum eru vird.
  • Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey fyri nakrari orsøk.
Hvat er ikki-biner?

Kyn er nógv meira fløkt enn ein einføld skilnað millum kallkyn/kvennkyn. Sjálvt frá einum púra lívsfrøðiligum sjónarmiðið skila vit ímillum kromosomkyn, ílegukyn, hormonkyn, framkomuskapskyn… Tey eru ikki neyðturviliga samsvarandi við hvørt annað, tey noyast ikki at vera tvískipa. (nærri frágreiðing her). Tá vit koma til mentanarliga aspektið er “kyn” eitt sosialt hugtak. Alt eftir tíð og stað kann tað at vera “ein kvinna” ella “ein maður” merkja at tú hevur heilt grundleggjandi ymiskt rættindi, ábyrgd, normar… Í Evropa brúktu menn høghælaðarskógvar og høgar sokkar, og upprunafólk frá Norðuramerika hava viðurkent eitt triðja kyn í fleiri øldir (two-spirit), o.s.v. o.s.v..

Ikki-biner er eitt felagsheiti ið lýsir samleikan hjá fólkum ið ikki passa inn í kallkyn/kvennkyn tvískipanina. Tað fevnir til dømis um fólk sum eru ókynja, kynsflótandi, demigenta, demidrongur, og fleiri, fleiri onnur.

Ikki-biner er ikki neyðturviliga okkurt “ímillum” maskulin og feminim. Tað er heldur okkurt “uttan fyri”. Ikki-biner fólk noyast ikki at hava bæði maskulin og feminim eyðkenni, og noyast heldur ikki at brúka nevtral fornøvn, o.s.v.. Tað handlar um at vera leys frá kynsrollur, ikki um at skapað nýggjar.

Hví skal eg hava virðing fyri nøkur løgin fornøvn?

Tí at umrøða fólk, soleiðis tey vilja verða umrødd er grundarlagið undir okkara sosialu viðurskiftum. Tú hevði jú ikki kallað Mariu “Rebekka”. Har eru eisini fólk sum hvørki vilja vera kallað “hann” ella “hon”. Um tú ikki góðtekur tað, setur tað bara teg í ringt ljós.

Tað er bara at venja seg við “løgin fornøvn”.

Hesi fornøvnini eru uppspunnin!

Ja. Ja tey eru. Øll orð í øllum málum eru eisini uppspunnin. Nøkur orð eru bara eldri enn onnur.

Hvussu kann eg vita hvussu eg skal umrøða onkran?

Tú kanst spyrja! Ja, tað kann virka eitt sindur píniligt, men jú meira vit gera tað jú minni píniligt er tað. Um vit kunna spyrja onkran um teirra navn, hví so ikki eisini um teirra fornøvn?

(Bara ikki spyr um “ert tú ein drongur ella ein genta?”. Hesin spurningurin sipar til at har eru bert tvey møgulig røtt svør, og tað sipar eisini til eitt ússaligt forvitni um kynsgøgnini hjá fólki. Ístaðin kundi tú spurt “hvat eru tíni fornøvn?” ella “hvussu vilt tú at eg umrøði teg?”)

Tað er eisini týdningarmiki at gera tað normalt at fortelja fólk tíni fornøvn tá tú fortelur teimum títt navn. “Hey, eg eiti Jákup, hann/hansara”. Tað er ikki torført - men fyri tvørkynd og ikki-biner fólk betýðir tað so nógv! Tað er enn nemmari á netinum: bara koyr tíni fornøvn (ella eitt leinki til dømir frá okkara heimasíðu) á tín vanga.

Minst eisini til at fleiri fólk kunnu brúka ymiskt nøvn og ymiskt fornøvn alt eftur støðuna. Tey eru kanska ikki komin út millum øll vinfólk ella arbeiðsfelagir enn, men millum tætt vinfólk kenna tey seg trygg at liva teirra sannleika. Hugsa teg um. Tú kundi tildømis spurt tey “hvørji fornøvn skal eg brúka frammanfyri stjóranum hjá tær”, o.s.fv..

Summi fólk geva fleiri fornøvn, t.d. “hann/hon” ella “tey/hann”. Tað merkjir at tey dáma øll tey fornøvnini sum tey nevnað. Vanliga er tað fyrsta tað tey dáma best.

Brúkar nakar yvirhøvur tað?

Ja! Milliónir av ikki-biner runt um alla jørðina. Hvørt fornavn á listanum her hevur onkran sum faktiskt brúkar tað í gerandislívinum.

Eru hesi ikki-biner fornøvn góðkend av onkrum slagi av mynduleika?

Mál er ikki nøkur gudgivin, algamal gandur skriva í stein. Tað er bara eitt tól vit brúka til at samskifta við. Tá vit broytast sum eitt samfelag, og tá verðin rundan um okkum broytist, laga vit málið vit brúka so vit betur kunnu lýsa okkara nýggjá støðu. Vit eru brúkarnar av málinum, so vit eru mynduleikin yvir hvussu vit brúka tað.

Orðabøkur taka sína tíð at koyra broytingar í, men tað gerð ikki uppá nakran hátt broytingina skeiva. Men við tíð, um vit brúka tey oftani, blíva hesar broytingarnar koyrdar í orðabøkurnar.

Tú kanst eisini lesa akademiskar frágreiðingar um nýfornøvn á enskum.

Hví skal eg hava míni fornøvn á mínum vanga á sosialu miðlunum?

Um tú ert viðkynd (= ikki tvørkynd) og tú brúkar “hann” ella “hon" sum samsvara við títt kyn, so heldur tú kanska at tað er sjálvsagd hvat tíni fornøvn eru. Og ja, tað passar kanska - so leingi sum títt navn er á tínum vanga (og er, eftir siðvenju, kallkyn ella kvennkyn) ella um tú hevur eina mynd av tær sum tín vangamynd. Fleiri fólk hava ikki tað - so tað er torført at gita hvussu tey vilja vera umrødd.

Men tað handlar faktist meira um okkurt annað: tíni fornøvn eru kanska “sjálvsøgd”, men har eru fleiri fólk hvar teirra fornøvn ikki eru tað. Tey vilja vera umrødd rætt, líkamikið um tey “passað” sum teirra kyn ella ei, líkamikið um tey hava gjørt kropsligt kynsskifti (ella um tey yvirhøvur vilja gera kropsligt kynsskifti). Ikki-biner fólk plaga ikki at “síggja út sum ikki-biner”, vit skylda ongum androgyni.

At deila okkara fornøvn hevur stóra týdning fyri tvørkynd, ikki-biner og fólk ið víkja frá kyn. Tíanverri so avdúkar tað okkum. Men um viðkynd fólk gera tað sama, hevði tað merkt so nógv fyri okkum. Tað gerð okkum meira tilpass, trygg, og vælkomin. (fleiri grundgevingar her, á enskum).

Kann eg broyta míni fornøvn?

Sjálvandi! Tað kemur ikki óvart á nakran tá onkur broytir teirra meiningar, stíl, frítíðarítriv… So hví er tað løgi at tey varnaðust ein part av teirra samleika, steðgaði at dáma teirra navn, varnaðust eitt heiti sum passar teimum væl, o.s.fv.?

Er tað løgi at eg ikki kann venja meg við míni nýggju fornøvn?

Yvurhøvur ikki! Aftaná fleiri ár hvar tú hevur brúkt fornøvn samsvarandi við kyni áset tær tá tú vart fødd, er tað nemt at gleima tá tú skiftir til nýggj fornøvn.

Fornøvn ≠ kyn. Títt kyn broytist ikki bara tí tú bleivst forvirra einaferð tá onkur umtalaði teg sum “tey”. Ikki ver bangin. Prøva ting av. Vita hvat passar tær best.

Hví skal eg ikki siga “ynskt fornøvn” ella líknandi?

Tí hetta orðatakið bendir á, at fornøvn hjá onkrum bara eru eitt lyndi. Um onkur bara “helst” vil verða kallaður hon, so fer hann ikki orduliga at hava tað illa, um eg kalli hann fyri “hann”, ikki so? Tey síggja jú út sum ein maður, so tað er nemmari fyri meg!

Nei! Tað eru okkara fornøvn. Ikki okkara “ynskt fornøvn”. Tað eru okkara nøvn, ikki okkara “ynskt nøvn”. Um tú hevur umsorgan fyri tínum tvørkyndum og ikki-binerum vinfólki og kæru, so umrøður tú tey soleiðis tey vilja teg gera.

Hví skal eg ikki siga “kynsfornøvn”?

Tí kyn ≠ fornøvn. Fornøvn er málfrøði. Ikki-biner fólk kunnu brúka biner fornøvn, nøkur lesbisk konufólk brúka hann/hansara fyri mentanarligar orsøkir, o.s.fv..

Sig bara “fornøvn” ella “persónlig fornøvn”.

Eru har ikki størri trupulleikar at loysa? Burdu vit ikki fokusera á heimshungur ístaðin fyri nøkur fornøvn?

Ein trupulleiki sum virkar líkamikið fyri ein, kann merkja alla verðina fyri onkran annan. Ímynda tær, at næstan hvønn einasta setning tú hoyrir um teg er grundað á eina lygn um tín samleika. At bara ein einføld samtala kann gera teg dysforiskan, líkamikið hvat samtalan er um…

Tað eru fleiri ymisk sløg av trupulleikum í hesum heimi, men vit mugu ikki brúka samanberingina millum tær sum eina umbering fyri at ikki loysa tær trupulleikarnar ið vit ikki orduliga vilja loysa. Tað eru átta milliardir fólk á jørðini - vit klára at arbeiða við fleiri trupulleikum í senn! Hvør einstaki persónur hevur ymisk tørv og ymiskt tilfeingi.

Okkara kollektiv hevur ikki neyðuga tilfeingi til at enda heimshungur, steðga kríggj ella upphiting av øllum jarðarknøttinum. Tað vit tó hava, eru førleikar og orkuna at mynda og stuðla einum meira inkluderandi máli – so tað er tað vit gera, ístaðin fyri at geva upp og einki gera.

At virða fornøvn og samleikan hjá ørðum krevur ikki nógv. Sjálvt um tú ert ein persónur, sum loysir tær størstu avbjóðingarnar sum menniskjað hevur, kanst tú nemt klára at ikki vera transfobisk meðan tú loysir tær avbjóðingarnar.

Hví eru fornøvn vanliga givin í tveimum formum, sum "hann/hansara", ístaðin fyri "hann" ella allar formarnar?

Á føroyskum eru har 4 formar av persónlig fornøvn, so um vit vilja verða presis mugu vit siga allar formarnar, til dømis: "tey/tey/teimum/teirra" ella "hon/hana/henni/hennara". Tað er longu nógv at koyra í tín vanga ella at siga tá tú navnkennir teg, og summi mál hava nógv meira enn tað. (td. á pólskum eru tað upp til 12 formar av persónlig fornøvn, og eisini fleiri ymiskar endingar). Men oftast er alt tað ikki neygut at forklára hvørjaferð, tí alt kann nemt verða "kroyst" til bara "hon" ella "hann" ella "tað" o.s.v..

Tó, á hinari hondini, at minka tað til bert ein form kann gera at tað manglar kontekst. Um ein persónurin bara sær "hinn" á vanganum hjá onkrum, og tey kenna ikki til nýfornavnið “hinn/hinnara”, so kann tað verða torført at skilja hvat "hinn" skal merkja. Tað er blivi heilt vanligt at "xxx/yyy" merkjir fornøvn - so har er ein góður kjansur at tá onkur sær "hinn/hinnara" so skilja tey beinavegin at tað er fornøvnini hjá persóninum.

Í stuttum, so er standardin at hava tveir formar ein kompromis millum at hava tað stutt og samstundis at tá er klárt at talan er um fornøvn. Siðvenjan hevur uppruna í enskum, men er blivin so væl umtókt at hon er endað í fleiri onnur mál, til dømis føroyskum (tó á portugiskiskum siga fólk vanligvís tríggjar formar). Vit brúka enntá skrástrikuna (( / )) í okkara búmerkið.

Kunnu tit leggja hetta flaggið afturat? Kunnu tit taka hata flaggið av?

Nei.

At umsita listan yvur fløgg og samleikamerkir er ein alsamt meira tíðarkrevjandi uppáva hjá okkara toymi. Tað er eisini avbjóðandi í mun til at filtrera trøll og herverk burturfrá orduligum, góðtrúgvum samleikum. Vit vilja ikki vera samleika-løgreglufólk. Og vit vilja ei heldur brúka alla okkara tíð uppá at umsita fløggini. Hettar er ein verkætlan um mál og fornøvn hóast alt. Ikki um fløgg, tey eru bara eitt bonus.

Vit hava gjørt okkara besta at gera ein lista yvur tey fløgg ið eru mest brúkt. Og, eftur okkara bestu vitan, eru alment góðkend. Vit hava ikki ætlanir at gera listan longri ella styttri.

Vit vita at nøkur fólk ikki dáma nøkur fá fløgg (t.d. Orsakað av TERFs ið hava roynt at brúkt eitt hugtak og gjørt tað transfobiskt, orsakað av fleiri forvirrandi definitiónum, ella enntá orsakað av partar av lívinum hjá einum mytiskum persóni). Vit eru sjálv kvir og tvørkynd, vit hava umhugsan um okkara tvørkyndu syskin. Tað er tíanverri øguliga torført at taka slíkar avgerðir, tá vit fáa boð bæði frá transfólk, sum spyrja um at leggja eitt flagg afturat, sum tey erliga identifisera seg við, og eisini frá øðrum transfólkum sum biðja um at taka eitt flagg burtur tí tað onkursvegna særir transfólk. Søgan aftanfyri hvørt samleikamerki er ikki greið og har er eingin mynduleikakelda at hyggja eftir. Sjálvt um kvirfobar royna at gera okkurt heiti sárandi, trúgva vit á valdið hjá kvir fólki at endurnýta sárandi heitir.

Dámar tær ikki eitt flagg, so bara ikki brúk tað. Um títt flagg manglar, so er bara at uppsenda tað (tað verður markerað sum brúkara-framleitt fyri at minka um herverk).

Míni fornøvn eru ikki á listanum / tá eg royni at stovnað eitt sergjørt fornavn til mín vanga síggji eg "Ókent format"

Har er ein generator á forsíðuni, sum tú kanst brúka til at gera eitt leinki til eitthvørt fornavn tú vilt.

Tú kanst eisini bara skriva allar 4 formarnar við skrástrikur, t.d. hon/hennara/hana/henni. Minst til at allar fýra formarnar eru kravdar í tí førinum, annars kann forritið bert gita hvat tú meinar.

Er har ein fornøvn.fo app til telefonina?

At gera ein app ið riggar á øllum telefonum krevur nógv arbeiði, og í hesari løtu hava vit valt at fokusera uppá onnur ting.

Men hendan heimasíðan er ein "Progressive Web App", sum vil siga at tú kanst taka heimasíðuna niður á tína telefon sum eina app og tað kemur til at rigga næstan akkurát líka sum ein vanlig app. 😉

Kann okkurt leita eftur mínum kortum?

Vit útgeva ikki nakrar listar yvir brúkaranøvn sum onkur kann brúka at leita ígjøgnum ella opna ein eftir ein. Fólk burdu bara vita títt brúkaranavn um tú deilir eina leinku við tey (ella um tey tilvildarliga gita tað).

Við noindex og robots.txt biða vit leitarar at halda seg vekk frá kortunum. Tó eru tað ikki allir leitarar sum virða boðini.

Tú velur hvat er í tínum korti - minst til at, alt eftir hvat tú koyrir í títt kort (so sum leinkur til tínar vangar), so kann tað verða nemt fyri fólk sum koma á títt kort at eyðmerkja hvør tú ert.

Kann eg havi fleiri kort undir einum brúkara?

Tað er nokk tann mest efturspurda møguleikan vit hava fyngi! 😅 Vit eru heilt sikkurt opin til hugskoti, tað hevði hjálp systemir ella fólk sum vilja hava ymiskt kort fyri teirra almenna nýstlu ella fyri tætt vinfólk. Tíanverri krevur hendan møguleikan nógvar broytingar í kotuna og eisini testing. Vit fara at prøva at ráðfesta tað høgt, men vit hava eina rúgvu av annað arbeiði, so vit kunnu ikki siga nakað spesifikt dato.

Deil: