Míni fornøvn eru:

øll nýfornøvn

Setningar við dømir:

  • Eg haldi hinn er fitt. (hinn)
  • Eg møtti hinn stutt síðani. (hinn)
  • Er hattar hins hundur? (hinn)
  • Hinn fortaldi mær at húsið er hins. (hinn)
  • Hinn segði at hinn vil heldur gera tað sjálv. (hinn)
  • Hinn er so vøkur. (hinn)
  • Hinn svaraði telefonini. (hinn)
  • Eg tosaði við hinnum í gjár. (hinn)
  • Hevur tú hug at fara í biograf saman við hinnum? (hinn)
  • Mín yndislitur er lilla, hins er gult. (hinn)
  • Eg haldi at hinn er "slay". (hinn)
  • Hinn vil sparka fótbólt. (hinn)
Sjálvt um fyri nógvum er tað sera týdningarmikið at fólk brúka bestemt fornøvn at tosa um tey, so eru tað eisini onnur sum ikki leggja í hvørji fornøvn man brúkar fyri tey - so leingi sum tað er greitt í kontekstinum hvønn man tosar um. (Sí møguleikarnar her.)
  • Nýfornøvn

    Í mun til hini fornøvnini, so eru hesi ikki viðurkend sum "grammatiskt rætt". Nýfornøvn eru nýggj. Tey eru kanska ikki í nakrari orðabók, men tað gerð tey ikki verri fyri tað!

Deil:

Hvat er alt hettar við fornøvnum?:

Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…

Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.

Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.

Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!

Forsíða