Orðabók við kynsnevtralt mál
At vera umfevnandi og at brúka kynsnevtralt mál er ikki bara at virða fornøvnini hjá onkrum. Tað handlar eisini um at lýsa teirra arbeiði, starv, viðurskifti o.s.v. á ein hátt ið ikki gitar teirra kyn. Ikki øll sløkkiliðsfólk eru “sløkkiliðsmenn”. Ikki øll hjúnafeløg eru ein “maður” ella ein “kona”.
Tá tú tosar um ella til onkran hvar tú ikki veist teirra kyn, til ein bólk av fólkið við ymiskum kynum, og serliga til ikki-biner fólk ið betur dáma tey/teirra, brúk so nevtralu formarnar.
Omanfyri bera vit fram eina orðabók yvir orðum at halda eyga við. Tú kanst geva títt íkast og koma við tínum uppskottum.
Minst til at tað er ein orðabók við hugskotum, uppskotum. Ikki øll siterað formarnar geva meining í øllum kontekstum, ikki øll eru heilt kynsnevtral (men tey eru brúkt av onkrum ikki-binerum fólki sum málbera seg uttan fyri kyns-tvískipanina), og ikki øll orð her kunnu brúkast fyri øll ikki-biner fólk - spyr tey hvat tey vilja brúka.