Samband
Aðrenn tú skrivar til okkum, hygg eftir okkara O.S.S. - møguliga er svarið til tín spurning longu har.
Sært tú ein feil ella hevur tú ein tekniskan spurning? Vinarliga skriva títt brúkaranavn og so nógvar upplýsingar sum møguligt í tíni boð (hvat sigur feilboðið? Ert tú á tínari telefon ella teldu? Hvønn kaga brúkar tú? Hvat skulu vit gera fyri at fáa sama feilin? Kanst tú viðhefta eina skíggjamynd ella skíggjaupptøku? o.s.fv.) Prøva eisini at sløkkja fyri kagavíðkanir sum møguliga bróta síðuna (t.d. lýsingaforðarar kunnu koma til at fjerna okkurt sum ikki er ein lýsing) og hygg um tað hjálpur.
Vit eru eitt altjóða toymi - fólk ið hava gjørt eina ávísa málútgávu eru møguliga ikki tey somu sum fara at lesa tíni boð. So um møguligt, vilja vit fegin hava at tú setur teg í samband við okkum á enskum ella pólskum.
Vilt tú gera eina málútgávu? Feitt! Vinarliga hygg eftir hesa vegleiðingina!
Vilt tú senda okkum kvirfobiskan hatursmail? Gev bara upp, vit samskifta ikki við trøll. Tað tekur okkum minni tíð at doyva teg og markera tíni boð sum ruskpost enn tað tekur tær at skriva boðini.
Kvir Kalendara Bottur:
Fylgivøra:
Umsitarar av heimasíðuni
"Ráðið fyri nevtralt mál" kollektivið
Vit eru eitt kvir kollektiv, við endamálinum at seta saman, granska, mynda og stuðla kynsnevtralt og ikki-binert mál. Vit stuðla eisini átøk fyri javnstøðu og sosialum rættvísi.- Sigmundur
@sigmundur
Týðing, keldur, orð, inklusjón
Hjálp til
Fornøvn.fo er ein samstarvandi, “public-source” verkætkan sum sjálvboðin fólk hava gjørt. Tú kanst eisini gera títt íkast! Her eru nøkur øki, hvar vit vilja fegin hava tína hjálp. Fólk sum eru virkin stuðlarar verða bjóða at melda seg til okkara toymi.
Legg upplýsingar til
Fleiri partar av heimasíðuni (navnorð, kvir orð, inklusiv orðabók…) hava eina funktión at leggja afturat ella broyta upplýsingar. Um tú heldur okkurt manglar ella er skeift, so skalt tú ikki ivast í at senda inn títt íkast.Stovnað eina nýggja málútgávu
Vegleiðingar til at stovnað eina nýggja málútgávu kunnu finnast her. Aðrenn tú byrjar, vinarliga set teg í samband við okkum fyri at samskipa við onnur ið kanska eisini arbeiða uppá somu málútgávu.Legg afturat ella rætta umsetingar
Manglar ein týðingarstrengur ella er hann skeivur? Trýst á “Skjót upp týðingar” í síðufótinum og fylg vegleiðingini.Send ein “pull request”
Tekniskar uppgávur eru samskipaðar á hesari kanban talvuni. Vel bara eina ótillutað uppgávu frá “To Do” súlanum, tillutað tað til tínsjálvs og byrja at arbeiða uppá uppgávuna. Ikki ver bangin fyri at spyrja spurningar.Okkara endamál
Vit stríða fyri frælsi, virðing og inklusjón í máli.
- Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir tey best.
- Virðing – so at fornøvnini hjá ørðum eru vird.
- Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey fyri nakrari orsøk.