Míni fornøvn eru:

øll semi-normativ

Setningar við dømir:

  • Eg haldi tað er fitt. (tað)
  • Eg møtti tey stutt síðani. (tey)
  • Er hattar teirra hundur? (tey)
  • Tey fortaldu mær at húsið er teirra. (tey)
  • Tað segði at tað vil heldur gera tað sjálvt. (tað)
  • Tey eru so vøkur. (tey)
  • Tey svaraðu telefonini. (tey)
  • Eg tosaði við í gjár. (tað)
  • Hevur tú hug at fara í biograf saman við teimum? (tey)
  • Mín yndislitur er lilla, tess er gult. (tað)
  • Eg haldi at tey eru "slay". (tey)
  • Tey vilja sparka fótbólt. (tey)
Sjálvt um fyri nógvum er tað sera týdningarmikið at fólk brúka bestemt fornøvn at tosa um tey, so eru tað eisini onnur sum ikki leggja í hvørji fornøvn man brúkar fyri tey - so leingi sum tað er greitt í kontekstinum hvønn man tosar um. (Sí møguleikarnar her.)

Deil:

Hvat er alt hettar við fornøvnum?:

Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…

Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.

Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.

Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!

Forsíða