Míni fornøvn eru:
hon/hennara
(Normativt “hon/hennara”)
Setningar við dømir:
- Eg haldi hon er fitt.
- Eg møtti hana stutt síðani.
- Er hattar hennara hundur?
- Hon fortaldi mær at húsið er hennara.
- Hon segði at hon vil heldur gera tað sjálv.
- Hon er so vøkur.
- Hon svaraði telefonini.
- Eg tosaði við henni í gjár.
- Hevur tú hug at fara í biograf saman við henni?
- Mín yndislitur er lilla, hennara er gult.
- Eg haldi at hon er "slay".
- Hon vil sparka fótbólt.
Talva:
Hvørfall | Hvønnfall | Hvørjumfall | Hvørsfall |
---|---|---|---|
hon | hana | henni | hennara |
Keldur frá mentanarligum tekstum:
Normativt “hon/hennara” (hon/hennara)
Heidrik a Heygum – Annika, 2019
- "Hon var fødd sum drongur"
- "Hon var øgilig inspirerandi sum barn allan vegin ígjøgum. Tað var altíð so stuttligt rundan um hana. Hon var so frí, øll søgdu við okkum at tað var eitt barn sum var so frítt: "lætt hettar barni vera barn so leingi sum møguligt"."
- "Hon skal ikki bara ígjøgnum hesa setanarsamrøðu, hon skal kanska eisini í gjøgnum tað at rættvísgera hennara støðu í gerandisdegnum."
Credo: Vegurin var tungur at ganga (Kringvarp Føroya) , 2020
- "Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna- og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi.
Tá hon var 21 ára gomul, fór hon undir stóra og umfatandi viðgerð og skurðviðger. Í dag hevur hon so valt at vera opin um sítt lív og heldur vælvitjaðar fyrilestar og ráðgevur øðrum, sum lívfrøðilliga kenna sínn kropp "skeivan."
Hon velur tað jaliga til í gerandisdegnum og vil við síni lívssøgu vísa øðrum, at til ber at fáa gott lív, hóast happing og ágang."
- "Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna- og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi.
Hvat er alt hettar við fornøvnum?
Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…
Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.
Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.
Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!