Míni fornøvn eru:

tey/teirra

("Tey" í eintali)

Setningar við dømir:

  • Eg haldi tey eru fitt.
  • Eg møtti tey stutt síðani.
  • Er hattar teirra hundur?
  • Tey fortaldu mær at húsið er teirra.
  • Tey søgdu at tey vilja heldur gera tað sjálv.
  • Tey eru so vøkur.
  • Tey svaraðu telefonini.
  • Eg tosaði við teimum í gjár.
  • Hevur tú hug at fara í biograf saman við teimum?
  • Mín yndislitur er lilla, teirra er gult.
  • Eg haldi at tey eru "slay".
  • Tey vilja sparka fótbólt.
"tey" í eintali er brúkt av sumi sum hava fyngi íblástur frá enska málinum, hvar "they" í eintali hevur verði brúkt síðani seinnu helvtina av 1300 talinum.

Talva:

HvørfallHvønnfallHvørjumfallHvørsfall
tey tey teimum teirra

Deil:

Keldur frá mentanarligum tekstum:

"Tey" í eintali (tey/teirra)

  • Finnur KobaSigmund í Fólksins Rødd: Kyn er ein sosial konstruktión (Kringvarp Føroya) , 2024

    • "Sigmund Mørkøre, sum er ein av luttakarunum, kunngjørdi í fyrsta parti, at tey eru non-binær."
  • Finnur KobaFólksins rødd: Bums nei til at hækka pensjónsaldurin (Kringvarp Føroya) , 2024

    • "Stóra evnið í kvøldsins og seinastu sendingarøð Fólksins rødd er ætlanin at hækka pensjónsaldurin.

      Fólksins røddir eru ymiskar á máli um evnið.

      Men spyrt tú Sigmund Mørkøre og teirra vin niðri undir endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi í Havn, er svarið bums nei!
      "
  • Rannvá G. FossabergSigmundur er ikki-biner (Kringvarp Føroya) , 2024

    • "Eg brúki tey og teirra fornøvnini, sigur Sigmundur Mørkøre og brúkar dømi "tey eru tyst"."
  • Ingi SamuelsenSam Smith vil ikki kallast ”hann” longur (Dagur.fo) , 2019

    • "Gitni enski sangarin Sam Smith kennir seg ikki longur sum ein maður, og vil tí ikki kallast hann. Sam Smith ynskir at fólk heldur umrøða ella tiltala tey (hann) í hvørkikyni, fleirtal."
    • "Tey koma undir sokallaða bólkin, ið kenna seg inter-binær, tvíkynd, har samleiki teirra onkusvegna flýtir millum kynini, skrivar Danmarks Radio."

Hvat er alt hettar við fornøvnum?

Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…

Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.

Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.

Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!

Forsíða