Ikki-binert og kynsneutralt mál í mentanarligum tekstum
Tekstasavn av ikki-binerum og kynsneutralum máli
Normativt “hann/hansara” (hann/hansara)
Barbara Holm – Kalla meg Kali (Frihedsbrevet) , 2025 ; GG: krevur hald hjá Frihedsbrevet
Ikki-biner - Bára Thorsvig er gestur (2. partur) (Kynsvillingarnir) , 2023
biit – Eg eri tvørkynd/ur (Kringvarp Føroya) , 2024
Barbara Holm – Kali stríðist í tí stilla fyri einum tryggum og litføgrum Føroyum (Frihedsbrevet) , 2025 ; GG: krevur hald hjá Frihedsbrevet
- "Hann er ein føroyingur við stóra F. Elskar at surfa í Tjørnuvík og er í læru sum timburmaður. Og Kali er transpersónur. Hann varð verbalt álopin í einari café í Havn fyri nøkrum mánaðum síðani, tí hóast heimurin er nógv broyttur, eru framvegis LGBT+ persónar, sum hava tað trupult í tí dagliga. Eisini í Føroyum. Hoyr longri samrøðu við Kali Hansen, nú november er tilvitan um tvørkynd-mánaður. "
Ingi Samuelsen – Sam Smith vil ikki kallast ”hann” longur (Dagur.fo) , 2019
- "Gitni enski sangarin Sam Smith kennir seg ikki longur sum ein maður, og vil tí ikki kallast hann. Sam Smith ynskir at fólk heldur umrøða ella tiltala tey (hann) í hvørkikyni, fleirtal."
- "Tey koma undir sokallaða bólkin, ið kenna seg inter-binær, tvíkynd, har samleiki teirra onkusvegna flýtir millum kynini, skrivar Danmarks Radio."
Normativt “hon/hennara” (hon/hennara)
Heidrik a Heygum – Annika, 2019
- "Hon var fødd sum drongur"
- "Hon var øgilig inspirerandi sum barn allan vegin ígjøgum. Tað var altíð so stuttligt rundan um hana. Hon var so frí, øll søgdu við okkum at tað var eitt barn sum var so frítt: "lætt hettar barni vera barn so leingi sum møguligt"."
- "Hon skal ikki bara ígjøgnum hesa setanarsamrøðu, hon skal kanska eisini í gjøgnum tað at rættvísgera hennara støðu í gerandisdegnum."
Credo: Vegurin var tungur at ganga (Kringvarp Føroya) , 2020
- "Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna- og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi.
Tá hon var 21 ára gomul, fór hon undir stóra og umfatandi viðgerð og skurðviðger. Í dag hevur hon so valt at vera opin um sítt lív og heldur vælvitjaðar fyrilestar og ráðgevur øðrum, sum lívfrøðilliga kenna sínn kropp "skeivan."
Hon velur tað jaliga til í gerandisdegnum og vil við síni lívssøgu vísa øðrum, at til ber at fáa gott lív, hóast happing og ágang."
- "Cecilia Jacobsen hevur alt sítt lív kent sín kropp, sum verandi øðrvísi, enn tað, sum hon veruliga er. Hon er tvørkynd og hevur havt svár barna- og ungdómsár við nógvari happing og kenslu av at vera øðrvísi.
"Tey" í eintali (tey/teirra)
Ceci Ferox - is a queer Berlin based sex therapist, kink activist, and rope nerd originally from Finland. (Faroe Islands Minority Film Festival) , 2021
- "Framførslur hava altíð verið ein partur av reiparbeiðnum hjá Ceci – tey stóðu á palli, longu áðrenn tey høvdu nakra intima reipsessión. Teirra knýting hevur íblástur frá siðbundnu japonsku stílunum eins og nútíðar vesturlendskari organiskari og listarligari knýting."
Finnur Koba – Sigmund í Fólksins Rødd: Kyn er ein sosial konstruktión (Kringvarp Føroya) , 2024
Finnur Koba – Fólksins rødd: Bums nei til at hækka pensjónsaldurin (Kringvarp Føroya) , 2024
Rannvá G. Fossaberg – Sigmundur er ikki-biner (Kringvarp Føroya) , 2024
Arni Zachariassen – Myndugleikar í Kanada hótta Jordan Peterson við at taka sálarfrøðiligu løggildingina frá honum (Hinvegin) , 2023
- "At Jordan Peterson sipaði til tvørkynda sjónleikaran, Elliot Page, við teirra fyrrverandi navni, Ellen, og í tí sambandi brúkti lívfrøðiliga kynsfornavnið “hon” og ikki “hann”."
Birgir Kruse – Gandafloytan hjá Nemo (Birkblog) , 2024
- "Halda vit fast í talgildingini, kunnu vit sitera grand prix vinnaran leygarkvøkdið, Nemo, tá tey sigur, at tey funnu seg sjálv som non bineran persón millum eitt og null, sum forritarar siga og leggja alt støði á, eittarar og nullarar, ið eru tað, sum øll forritan byggir á."
- "Nemo - sum stórbært minnir meg so nógv um Reiley, at eg vildi sagt, at tey eru einki annað enn Reiley 2.0 - ger greitt, at Nemo vil ikki verða settur í bás, hvørki tónleikaliga ella kynsliga. Nemo er teirra egnu. Tað er eklektiska projektið úr Zürich í Sveis til Malmö í Svøríki. Nemo í fleirtali."
Edmund Jacobsen – Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum (Dimmalætting) , 2026
Ingi Samuelsen – Sam Smith vil ikki kallast ”hann” longur (Dagur.fo) , 2019
- "Gitni enski sangarin Sam Smith kennir seg ikki longur sum ein maður, og vil tí ikki kallast hann. Sam Smith ynskir at fólk heldur umrøða ella tiltala tey (hann) í hvørkikyni, fleirtal."
- "Tey koma undir sokallaða bólkin, ið kenna seg inter-binær, tvíkynd, har samleiki teirra onkusvegna flýtir millum kynini, skrivar Danmarks Radio."
FIMFF fyri sjeyndu ferð (Vágaportalurin) , 2023
- "Til Gender Bender tiltakið í Perluni leygarkvøldið 9. september kemur hyperpopp listafólki, Falito (NO), at framføra við teirra feita elektroniska popp-tónleiki"
Aðrir formar
Leo Lávík – Birting (Klippfisk) , 2016