Orðabók við kvir orð

Fleiri av orðini og orðfellini í sambandi við LGBTQ+ felagsskapin eru enskt lániorð brúkt í føroyskum tekstum. Vit vilja leggja fram eina orðabók fyri sovorðni orðafell, lýsa hvat tey betýða, og koma við uppskotum um hvussu tey kunnu umsetast til føroyskt.

Hav í huga at samleikamerkini eru í sær sjálvum subjektivar og liðiligar. Hendan orðabókin er eitt felagsstrev at finna tey mest góðkendu kvir orð, men orðabókin skal ikki brúkast sum ein myndugleiki í evninum. Einasti myndugleikin á samleikanum hjá einum persóni og hvørji orð best lýsa hana er… tey sjálvi.

Deil: