Ikki-binera spurnakanningin
Forvitin um, hvørji orð føroysk ikki-biner fólk brúka? Hvørji fornøvn? Hvørji kyn? Hvønn kynssamleika? O.s.fr.
Fantastiskt, tí tað eru vit eisini! Tí vilja vit gera eina ikki-binera spurnakanning fyri at fáa svar upp á hesar spurningarnar. Vit bjóða øllum ikki-binerum fólkum, sum tosa føroyskt, at luttaka.
Um tú lýsir títt kyn sum "kvinna, altíð, einans og fullkomiliga" ella "maður, altíð, einans og fullkomiliga," so er hendan kanningin ikki ætlað tær (men vit vilja fegin hava, at tú deilir leinkið við tínar vinir!). Men um tú lýsir títt kyn sum "onkustaðni ímillum," "hvørki maður ella kvinna," "veldst um tíðspunkt," "fleiri enn eitt," "uttan fyri kynstvískipanina," "eg veit ikki" o.s.fr., vilja vit ordiliga gjarna hava, at tú luttekur.
Pólska útgávan av Fornøvn.fo hevur eisini havt slíkar spurnakanningar í fleiri ár. Hendan og tann pólska fáa íblástur frá tí ensku Gender Census. Um tú tosar enskt, eggja vit tær eisini til at luttaka í tí spurnakanningini.
Kanningin er dulnevnd, inniheldur 25 spurningar og er opin frá 02.03.2026 til 02.04.2026. Í fleirvalaspurningum kanst tú velja fleiri enn eitt svar, umframt at orða títt egna. Fyri at sleppa undan skeivleikum er raðfylgjan av møguleikunum tilvildarlig.
Vit vilja savna inn svar frá so nógvum ikki-binerum fólkum sum gjørligt. Tú kanst hjálpa okkum at røkka fleiri við at deila spurnakanningina.
Vilt tú hoyra um, nær næsta útgávan av spurnakanningin verður? Tú kanst skriva tína teldupostadressu her – vit senda tær tveir teldupostar fyri hvørja útgávu: nær nýggja útgávan byrjar, og tá vit geva spurnakanningina út. Tín teldupostadressa verður sjálvandi ikki knýtt at tínum svarum.