Bloggur

Ikki-binera spurnakanningin - Frágreiðing

Í mars mánað í ár gjørdu vit fyrstu ikki-bineru spurnakanningina nakrantíð í Føroyum. Endamálið við kanningini var at varpa ljós á, hvussu ikki-biner fólk tosa á føroyskum, hvørji fornøvn tey brúka, og hvussu tey uppliva málið í gerandisdegnum. Eftir at hava reinsað dátaði fyri at tryggja, at øll svarini bert komu frá fólki, sum siga seg vera ikki-biner, stóðu vit eftir við 19 svarum!.

Hóast 19 svar í sær sjálvum er eitt lutfalsliga lítið tal í hagtalsligum høpi, er hetta eitt stórt og týðandi stig fyri ein minnilutabólk í einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska. At savna 19 røddir saman til fyrstu kanning av sínum slag, halda vit avgjørt vera eitt gott úrslit.

Vit síggja fleiri greiðar niðurstøður í svarunum. Vit mugu sjálvandi hava tað fyrivarni í huga, at úrslitini neyvan eru 100% umboðandi fyri øll ikki-biner í Føroyum, men tey geva okkum kortini eina sera virðismikla ábending um, hvat ikki-biner fólk hugsa og málsliga brúka.

Vit vilja nýta høvið at bera eina stóra tøkk til øll, sum luttóku í spurnakanningini, og til tykkum øll, ið hjálptu okkum at deila hana.

Niðanfyri er okkara frágreiðing av úrslitini.

Í fleiri av spurningunum var tað møguligt at velja meira enn eitt svar. Tí teljast prosentini í summum førum upp í meira enn 100 prosent til samans.

Í hesi frágreiðing skifta vit av og á millum stavsetingarnar "nevtralt" og "neutralt". Hetta kemst av, at vit aftaná at spurnakanningin varð gjørd, eru farin at nýta "neutralt", sum er tann stavsetingin, ið Málráðið viðmælir.


Demografi

Vit greinaðu dátaði eftir fleiri undirbólkum fyri at kanna, um samband var at síggja millum málsligar vanar og viðurskifti sum aldur, føðikyn og hvar fólk búðu (Í Føroyum, í Danmark ella aðrastaðni). Vit hava tó valt ikki at gera nógv burturúr hagtølunum viðvíkjandi bústaði, av tí at lutfalsliga fá búðu uttan fyri Føroyar, og tískil eru teir bólkarnir av smáir til at gera niðurstøður burtur úr. Aldurin er roknaður við frymilinum 2026 - føðiár hjá luttakara.

Fyri at verja samleikarnar hjá luttakarunum og sleppa undan vanda fyri eyðmerking, hava vit býtt aldurin upp í tveir høvuðsbólkar: tey, ið eru 25 ár ella yvur, og tey, sum eru undir 25 ár.

Hóast vit hava spurt um føðikyn, vilja vit leggja dent á, at tað kann vera bæði problematiskt og enbyfobiskt (útihýsandi mótvegis ikki-binerum) at býta ikki-biner fólk upp eftir føðikyni. Ikki-biner fólk eru ikki-biner, líkamikið hvat kyn tey fingu tilskilað við føðing! At vit kortini valdu at taka henda spurningin við, sum sjálvandi var valfríður, var fyri at fáa innlit í ávis málslig mynstur. Tað gevur okkum møguleika at kanna, hvussu nógv nýta fornøvn, ið samsvara við tær vónir samfelagið hevur út frá føðikyninum, hvussu nógv nýta "mótsatt" fornøvn, og hvussu nógv velja heilt onnur fornøvn.

Býti eftir føðikyn
Úrskurður: 19 fólk luttóku. Miðalaldurin á teimum, ið svaraðu er 24,9 ár, og medianurin er 26 ár. Standardfrávikið (spjaðingin í aldrinum) er 4,9. Svarini vísa, at 47,37% av luttakarunum eru undir 25 ár, meðan 52,63% av luttakarunum eru 25 ár ella eldri.
Fólk tilskilað kvinna við føðing
Úrskurður: 14 fólk luttóku. Miðalaldurin á teimum, ið svaraðu er 25,1 ár, og medianurin er 24,5 ár. Standardfrávikið (spjaðingin í aldrinum) er 5,3. Svarini vísa, at 50% av luttakarunum eru undir 25 ár, meðan 50% av luttakarunum eru 25 ár ella eldri.
Fólk tilskilað maður við føðing
Úrskurður: 4 fólk luttóku. Miðalaldurin á teimum, ið svaraðu er 25,8 ár, og medianurin er 27 ár. Standardfrávikið (spjaðingin í aldrinum) er 3,2. Svarini vísa, at 25% av luttakarunum eru undir 25 ár, meðan 75% av luttakarunum eru 25 ár ella eldri.
Yngri bólkurin
Úrskurður: 9 fólk luttóku. Miðalaldurin á teimum, ið svaraðu er 20,7 ár, og medianurin er 21 ár. Standardfrávikið (spjaðingin í aldrinum) er 2,3. Svarini vísa, at 100% av luttakarunum eru undir 25 ár, meðan 0% av luttakarunum eru 25 ár ella eldri.
Eldri bólkurin
Úrskurður: 10 fólk luttóku. Miðalaldurin á teimum, ið svaraðu er 28,8 ár, og medianurin er 28 ár. Standardfrávikið (spjaðingin í aldrinum) er 2,7. Svarini vísa, at 0% av luttakarunum eru undir 25 ár, meðan 100% av luttakarunum eru 25 ár ella eldri.

Vit vita sjálvandi ikki við vissu, hvussu væl hesi 19 svarini umboða øll føroysktalandi ikki-biner (øll kenna jú ikki til Fornøvn.fo). Vit síggja kortini, at aldursbýtið samsvarar rættiliga væl við úrslitini úr altjóða spurnakanningini "Gendur Census". Bæði í Føroyum og altjóða er tað galdandi, at tað serliga eru ung fólk, ið lýsa seg sum ikki-biner.

Búsitandi

Stórsti parturin av teimum, ið svaraðu (63,2%), búgva í Føroyum. Síðani búgva 26,3% í Danmark, og tey seinastu 10,5% búgva uttanlands, men uttanfyri Danmark. (Allir luttakararnir, 100%, søgdu seg hava føroyskt sum móðurmál).

Føðikyn

Ein greiður meiriluti av luttakarunum fingu tilskilað kynið kvinna við føðing (73,7%). Lutfalsliga færri, nevniliga 21,1%, fingu tilskilað kynið maður við føðing, og ein minni partur 5,3% upplýsti kynið sum annað (í landi, har hetta er møguligt).

Fornøvn

Vit vita væl, at kynsneutral fornøvn, sum til dømis tey/teirra, kunnu vera torfør hjá summum at brúka (tú kanst lesa meira um hetta í partinum grundgevingar ímóti at brúka kynsneutral fornøvn). Tí er tað heldur ikki óvæntað, at ein stórur partur av ikki-binerum fólkum eisini brúka biner fornøvn (hann ella hon): 57,1% av teimum, ið fingu tilskilað kynið kvinna við føðing, og 25% av teimum, ið fingu tilskilað kynið maður við føðing, brúka biner fornøvn í onkrum líki.

Tó er vert at leggja til merkis, at bert 15,8% av øllum luttakarunum altíð brúka biner fornøvn. Ein minni bólkur á 10,5% skiftir ímillum at brúka hann/hansara og hon/hennara. Heili 84,2% av luttakarunum brúka kynsneutral fornøvn!

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Eitt áhugavert við úrslitini viðvíkjandi føðikyn og fornøvnum er, at 75% av teimum, ið fingu tilskilað kynið maður við føðing, brúka tey/teirra samsvarsbent í hvørkikyni í fleirtali, meðan hetta er bert galdandi fyri 28,6% av teimum, ið fingu tilskilað kynið kvinna við føðing. Ein møgulig frágreiðing upp á hetta kann vera mállæran: Bendingar í hvørkikyni í fleirtali eru ofta líka sum bendingarnar í kvennkyni í eintali. Tískil kann tað kennast sum tað er ov lítil frástøða frá kvennkyni hjá fólki við føðikyninum kvinna (og sum vilja taka frástøðu frá kvennkyninum), meðan tað kennist sum eitt greitt brot hjá fólki við føðikyninum maður.

Yvirskipað síggja vit, at ikki-biner fólk, ið fingu tilskilað kynið kvinna við føðing, brúka fleiri ymisk fornøvn. Hjá teimum, ið fingu tilskilað kynið maður við føðing, tykist tey/teirra samsvarsbent í hvørkikyni í fleirtali, at vera ein tíðiligur favorittur.

Í frítekstteiginum nevnir ein luttakari at tey eru opin fyri øll fornøvn og loyva fólk at brúka okkurt:

Eri opin fyri øll fornøvn. Eg lati fólk brúka whatever, tað er ikki nakað eg tími at rætta uppá :)

Ein annar, forklárar hví tey brúka kallkynsbendingar:

Ofta dámar mær best, um fólk tosa um meg sum “persón” - og orsaka av at persónur verður bent í kallkyn, so nýti eg eisini kallkyns bendingina.

Fornøvn á enskum

Málsliga er tað ofta nógv lættari at brúka kynsneutral fornøvn á enskum, so vit spurdu eisini um hvørji fornøvn brúka føroysktalandi ikki-biner fólk, tá tey tosa enskt.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Hóast vit høvdu ein langan lista við valmøguleikum, vórðu bert fimm ymsir formar valdir. Av hesum vóru tveir ymiskar útgávur av kynsneutral they/them.

Úrslitini vísa, at heili 100% brúka eina útgávu av "they/them"! Eingin av luttakarunum brúka nýfornøvn (so sum xe/xem ella ze/zir).

Samanumtikið eru úrslitini fyri ensk fornøvn hesi:

  • samanlagt: they - 100%
  • they/them/themself - 68,4%
  • they/them/themselves - 42,1%
  • he/him - 26,3%
  • she/her - 26,3%

Grundgevingar

Vit hava nú staðfest, at ein stórur partur av føroyskum ikki-binerum nýta kynsneutral fornøvn. Men vit ynsktu eisini at vita hví: Hví velja summi at brúka kynsneutral fornøvn, og hví velja onnur, onkuntíð ella altíð, kynsneutral fornøvn frá?

Grundgevingar ímóti at brúka kynsneutral persónsfornøvn

Í spurnakanningini spurdu vit luttakararnar, hvussu tey vilja hava, at fólk umtala tey, eisini í førum har tað kanska ikki altíð er gjørligt í veruleikanum.

Ein lítil partur, umleið ein tíggjunapartur (10,5%), sigur seg ikki vilja brúka kynsneutral fornøvn, tí tey hava tað fínt við at brúka normativ, biner fornøvn (hann/hon). Hinvegin síggja vit, at bert 10,5% siga seg ongar forðingar hava og tískil brúka kynsneutral persónsfornøvn uttan trupulleikar.

Millum tær ymsu forðingarnar fyri ikki at brúka kynsneutral fornøvn, eru tað serliga fýra orsøkir, sum stinga set út. Tann mest vanliga grundgevingin er, at tey orka ikki at greiða frá ella tosa um sítt kyn alla tíðina. Henda orsøk er galdandi fyri heili 78,9% av luttakarunum. Tað krevur orku at skula vera "upplýsandi" í hvørjari samrøðu. Her er okkara vón, at eitt átak sum Fornøvn.fo kann gera tað lættari, og kanska óneygut, hjá einstaklinginum at greiða frá sínum fornøvnum í heilum.

Tann næstmest vanliga forðingin (57,9%) er ein kensla av uppgávan: At fólkini rundanum tey neyvan høvdu brúkt kynsneutralu fornøvnini alíkavæl.

Trið- og fjórmest vanligu (báðar á 47,4%) orsøkirnar snúgva seg báðar um ótta. Hesar eru óttan fyri stigmatisering, tí samfelagið møguliga heldur tað vera "skeivt" at tosa soleiðis á føroyskum, og ein beinleiðis ótti fyri transfobi ella enbyfobi.

Umframt tær sosialu forðingarnar, vísir ein luttakari í frítekstteiginum á eina ítøkiliga málsliga og bygnaðarliga avbjóðing. Føroyskt hevur enn ikki eitt viðurkent, sergjørt kynsneutralt fornavn í eintali:

Hevði gjarna brúkt eitt singulert neutralt persónsfornavn (í Norra hava tey 'hann', 'hun' og 'hen' til dømis)."

Vit vita at Málráðið hevur arbeitt við einum uppskoti til eitt kynsneutralt fornavn í eintali, hinn. Men tað arbeiði er ikki liguðt enn.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Tað er greitt, at sosialar forðingar spæla ein stóran leiklut hjá ikki-binerum, tá tað kemur til at nýta kynsneutral fornøvn í Føroyum.

Vit kunnu býta grundgevingarnar ímóti í tveir høvuðsbólkar: innanífrá (internar) og uttanífrá (eksternar) grundgevingar.

Innanífrá grundgevingar

Hetta eru orsøkir, sum snúgva seg um persónligar kenslur ella støðuna hjá einstaklinginum:

  • eg vil ikki brúka tílík fornøvn. Eg havi tað fínt við normativum binerum fornøvnum - 10,5%
  • einki, eg brúki tílík fornøvn - 10,5%
  • tað er torført hjá mær at venja meg við tílík fornøvn - 10,5%
  • eg eri ikki komin út - 15,8%
  • eg havi trupult við at læra mállæruna til fornøvnini - 10,5%
  • einki av fornøvnunum, sum eru skotin upp, hóska til mín - 10,5%
  • eg veit ikki enn, hvørji fornøvn eg vil brúka - 5,3%
  • eg hevði havt eina kenslu av einsemi, um eg hevði brúkt tílík fornøvn - 10,5%
Uttanífrá grundgevingar

Hetta eru grundgevingar, har umhvørvið ella ávirkan frá samfelagnum beinleiðis forðar persóninum:

  • eg óttist stigmatisering orsakað av, at tað er "skeivt" at tosa soleiðis á føroyskum - 47,4%
  • eg óttist fyri transfobi/enbyfobi - 47,4%
  • eg vil ikki elva til trupulleikar ella ørkymlan hjá øðrum - 21,1%
  • eg orki ikki at greiða frá fornøvnunum alla tíðina; eg vil ikki alla tíðina tosa um mítt kyn - 78,9%
  • eg vil ikki verða uppfatað/ur sum óprofessionell/ur; eg eri bangin fyri at verða spilt/ur út - 21,1%
  • fólkini rundan um meg høvdu ikki brúkt tey allíkavæl - 57,9%

Tølini tala fyri seg sjálvi: meðan 52,6% hava persónligar/innanífrá grundgevingar, uppliva heili 89,5% av luttakararunum uttanífrá grundgevingar, sum forða teimum í at brúka kynsneutral fornøvn.

Grundgevingar fyri at brúka kynsneutral persónsfornøvn

Tá vit spyrja luttakararnar, hvat ávirkaði ella ávirkar valið av teirra persónsfornøvnum, stinga tvær serliga greiðar og jaligar grundgevingar seg út: kynseufori (52,6%) og vælvera (47,4%).

Kynseufori (ella kynsgleði) er tann djúpa, jaliga kenslan av at kenna seg rættan og viðurkendan í sínum kyni. At meira enn helvtin av luttakarunum velur júst hetta, vísur týðiliga, hvussu stóran týdning røtt fornøvn hava fyri sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá tí einstaka. "Vælvera, tryggleiki og 'vibes'" (47,4%) peikar eisini á, at valið fyrst og fremst snýr seg um at kenna seg tryggan og at hvíla í sær sjálvum.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Hinvegin er tað sera áhugavert, og kanska eitt sindur hugstoyttandi, at bert 26,3% siga, at tey valdu fornøvnini, tí tey eru "lætt at brúka". Hetta setur úrslitini frá undanfarna broti í eitt greitt perspektiv. Tað er málsliga og sosialt tungt at brúka kynsneutral fornøvn í Føroyum í dag, men fólk velja at brúka tey alíkavæl.

Tað er eisini vert at nevna svarmøguleikarnar, sum hava fyngi 0%. Ongin luttakari svaraði, at teirra val var grundað á "javnaldratrýsti", og heldur eingin svaraði "popularitetur av einum ávísum persónsfornavni". Hetta er ein týðandi niðurstøða, tað er eitt aftursvar á mýtuna um, at tað at brúka kynsneutral fornøvn ella tað at vera ikki-biner er eitt "trend" ella okkurt, sum ung verða trýst til. Valið av fornøvnum er eitt persónligt val.

Aðrar minni grundgevingar fyri val av fornøvnum vóru eitt nú vanasak (21,1%), íblástur frá onkrum í umhvørvinum (21,1%) og tað estetiska, altso hvussu fornøvnini ljóða (15,8%).

Málfrøðiligt kyn

Tá vit tosa á føroyskum, er tað ringt at sleppa undan at nýta málfrøðiligt kyn, til dømis tá ið lýsingarorð verða bend (t.d. "tú ert fittur" og "tú ert fitt"). Vit ynsktu tí at vita, hvørji málfrøðilig kyn ikki-biner fólk velja at nýta um seg sjálvi, og hvørji kyn tey vilja, at onnur brúka, tá ið tosað verður beinleiðis við tey.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Kvennkyn er tað mest nýtta málfrøðiliga kynið millum luttakararnar (68,4%), síðani kemur kallkyn (42,1%), og at enda hvørkikyn (26,3%).

Býta vit hetta upp eftir føðikyni, síggja vit eitt áhugavert mynstur. 100% av teimum, ið fingu tilskilað kynið maður við føðing, valdu kvennkyn sum málfrøðiligt kyn, meðan hetta var galdandi fyri 57,1% av teimum, ið fingu tilskilað kynið kvinna við føðing.

Tølini endurspegla tó ikki altíð tað, sum luttakararnir innast inni ynskja sær, men benda eisini á eitt kompromis við samfelagið. Í viðmerkingunum til henda spurningin var tað ein luttakari, í setti orð á júst hesu tvístøðuna, tað at velja eitt annað málfrøðiligt kyn enn tað, ið hóskar best til teirra egnu sjálvsmynd:

"Eg upplivi eitt dilemma í hesum: Mær dámar best at lýsa meg sjálva í kallkyn - tað kenst nógv meira passandi við mína sjálvsmynd, men orsaka av at tað verður uppfata sum undarligt av samfelagnum, skapar tað meira óbehag enn behag. So eg vil heldur lata verða."

Hetta er eitt týðandi dømi um, hvussu uttanífrá (eksternar) forðingar ávirka málsigu valini hjá ikki-binerum. Sum vit greiddu frá fyrr í frágreiðingini, so er óttin fyri at vera "undarlig/ur" ella at elva til ørkymlan hjá øðrum ofta tað, ið stýrir valinum hjá tí einstaka. Tað vísur, at hóast fólk til dømis svara kvenn- ella kallkyn í spurnakanningini, snýr tað seg onkuntíð minni um málsliga kynseufori og meira um at fáa sín sosiala gerandisdag at hanga saman.

Systkin

Á føroyskum hava vit longu eitt kynsneutralt orð fyri børn í somu familju, nevniliga systkin. Vit ynsku at kanna, um hetta er eitt orð, sum ikki-biner hava tikið til sín, og um tey velja tey kynsbundnu orðini (bróðir, systir, beiggi) frá sær. Vit spurdu tí, Hvussu vilt tú, at tína systkin umrøða teg?

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Tað er heilt greitt, at ikki-biner fegin vilja umrøðast sum systkin og rættiliga ofta velja hini orðini frá. Heili 94,7% vildu umrøðast sum systkin. Her er lítil og ongin munur at síggja viðvíkjandi aldri ella føðikyni.

Systir er næstmest valda svarið. Tað hava 31,6% valt (harav øll sum fingu tilskilað kynið kvinna við føðing). Orðini beiggi og bróðir liggja nógv lægri við ávikavist 10,5% og 5,3%. Ein orsøk til hetta er nokk støddin á luttakaraskarðanum av fólk tilskilað maður við føðing.

Foreldur

Føroyskt hevur eisini eitt kynsneutralt orð fyri tey, ið eiga børn, nevniliga foreldur. Vit vildu vita, um ikki-biner velja at brúka hetta orðið, um og tá teirra egnu børn skulu umrøða tey.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Í mótsetning til semjuna um at brúka systkin, velja tey flestu her ávís kynsbundin orð. Størsti bólkurin velur mamma (47,4%). Síðani deila møguleikarnir foreldur og navnið á mær annaðplássið (36,8%)

Um vit hyggja eftir føðikyni, sæst tó greitt, hví samlaða úrslitið sær soleiðis út. Ongin luttakari við føðikyninum maður valdi "mamma" (0%), meðan 64,3% av teimum við føðikyninum kvinna valdu hetta. Tey, sum fingu tilskilað kynið maður við føðing, valdu í staðin serliga "foreldur" (75%) ella "navnið á mær" (50%). Av tí at har eru munandi fleiri luttakarar við kvennkynsføðikyni í kanningini, hallar samlaða hagtalið sjálvsagt tungt yvir móti orðinum mamma.

Vit høvdu eisini nøkur onnur, meira nýggj ella samansett, uppskot til kynsneutral orð fyri foreldur at velja ímillum:

  • pabba: 10,5%
  • momma: 0%
  • mammi: 5,3%

Í frítekstteiginum skeyt ein luttakari tvey nýggj, samansett orð, upp: mápi og mambi.

Forforeldur

Vit spurdu eisini um, um luttakarin hevur ella fær børn sum fáa børn, hvussu skulu tey børnini kalla tey. Her er søgan nógv tann sama sum til spurningin um foreldur.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Orðið omma er oftast valt her (47,4%), beint framanfyri navnið á mær (42,1%). Abbi var valt av 26,3%.

Vit síggja eisini at nakrir luttakarar taka undir við nýggjari kynsneutralum orðum: 15,8% valdu orðið ommi, 10,5% valdu abba og 10,5% valdu forforeldur. Í frítekstteiginum skeyt ein upp "ombi"".

Líka sum við foreldra-spurninginum, er tað føðikynið sum ávirkar hagtølini mest. Hóast omma er mest valt til samans, so er tað eingin av luttakarunum við føðikyninum maður, sum velur tað. Í staðin velja tey mest forforeldur (50%) og navnið á mær (50%).

Nøvn

Í Føroyum hevur navnalóggávan bert tveir binerar navnalistar: ein til dreingir (kallkyn) og ein til gentur (kvennkyn). Okkum vitandi er Kristin tað einasta navnið, sum stendur á báðum listum. Tað ber tó til at nýta eitt navn uttan at fáa tað góðkent av myndugleikunum. Hetta er rættuliga vanligt fyri tvørkynd og ikki-biner í og uttanfyri Føroyum.

Hvussu bera ikki-biner fólk í Føroyum seg at við hesum avbjóðingum?

Kynið, navnið vanliga verður fatað sum

Vit spurdu luttakararnar, hvat kyn teirra navn vanliga verður fatað sum av øðrum. Vit greiddu frá, at vit meintu við navnið, luttakarin brúkar (ella ynskir at brúka) í gerandisdegnum, uttan mun til um tey hava broytt tað løgfrøðiliga ella ei.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Úrslitini vísa í fyrstu atløgu, at flestu luttakarar brúka eitt kvennkynsnavn (42,1%). Men um vit býta svarini upp eftir føðikyni, síggja vit greitt, at kynið á navninum í stóran mun fylgjir føðikyninum:

Navnið verður fatað sumFingu tilskilað kvinna við føðingFingu tilskilað maður við føðing
Kvennkynsnavn42,9%25%
Kallkynsnavn14,3%50%
Kynsneutralt navn28,6%25%

Orsøkin til, at kvennkynsnøvn skara framúr í samlaða úrslitinum, er sostatt ein beinleiðis endurspegling av, at tað eru munandi fleiri luttakarar við kvennkyni sum føðikyn í kanningini. Tó er vert at leggja til merkis, at ein fjórðingur (26,3%) av øllum luttakarunum hava valt at brúka eitt navn, sum tey meta vera kynsneutralt.

Valdað navn

Hvussu nógv ikki-biner fólk velja at skifta navn? Og um tey velja eitt nýtt, er tað so eitt navn, sum líkist tí, foreldrini góvu teimum?

Tá ikki-biner og tvørkynd skifta navn, velja summi eitt navn, sum byggir á teirra upprunanavn, kanska bara í "mótsetta" kyninum ella í einum neutralum sniði. Onnur velja sær eitt heilt nýtt navn, sum onki hevur at gera við teirra upprunanavn. Altjóða sæst eisini rættiliga ofta, at ikki-biner velja sær nøvn úr náttúruni ella onnur orð, sum vanliga ikki verða fatað sum persónsnøvn.

Hvussu er støðan í Føroyum?

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur

Hagtølini vísa, at eitt sindur yvur helvtin (52,6%) nýta navnið, sum foreldrini góvu teimum. Leggja vit tey afturat, sum hava valt eitt navn, ið á onkran hátt byggir á ella líkist upprunanavninum, kemur talið upp á 57,9%.

Hinumegin síggja vit, at umleið ein triðingur (31,6%) hava valt sær eitt nýtt navn, sum slett ikki er knýtt at tí navninum, foreldur teirra góvu teimum. Av øllum luttakarunum hava 10,5% valt eitt orð sum navn, ið vanliga ikki verður nýtt sum persónsnavn í Føroyum. Hetta vísir, at altjóða rákið við at velja navnorð sum nøvn (ofta kallað noun-names á enskum) eisini er at finna millum føroysk ikki-biner.

Samleikamerkir

Samleikamerki (á enskum: labels) eru orðini, vit nýta til at lýsa okkum sjálvi við og okkara kynssamleika. Hvussu lýsa vit okkum sjálvi á føroyskum? Hetta evnið er serliga áhugavert, tí tað eru fleiri heiti, ið fólk mest kenna frá donskum ella enskum, men sum enn ikki hava fingið eina "alment góðkenda" umseting til føroyskt. Listin í spurnakanningini yvir møgulig samleikamerki var tí rættiliga langur og fevndi um fleiri heiti, ið hava somu, ella næstan somu, týdning.

Býti eftir føðikyn
Býti eftir aldur
Altjóða heiti%Føroyskt heiti%
enby26,3non-biner/ur63,2
ikki-biner/ur36,8
non-binær/ur36,8
ikki-binær/ur26,3
ei-tvískipað/ur10,5
hvørkikyn26,3
agender15,8akyn5,3
ókynd/ur5,3
ókyn0
kynsleys/ur, kynssamleikaleys/ur, uttan kyn, uttan kynssamleika21,1
eikynd/ur5,3
eikyn5,3
queer36,8qveer15,8
kvir0
kynskvir0
kynsqveer15,8
kynsqueer0
trans15,8tvørkynd/ur10,5
tvørkyndur maður5,3
tvørkynd kvinna0
transmaskulinur15,8
transfeminin5,3
transmaður0
transkvinna0
kvinna0
maður5,3
demigender5,3hálvkynjað/ur0
partvís kynjað/ur0
demikyn0
demigenta5,3
demidrongur0
hálvgenta0
hálvdrongur0
partvís genta5,3
partvís drongur0
flótandi kyn5,3
kynsvilling/ur5,3
androgyn/ur21,1
viðkynd/ur0
kynsspyrjandi0
butch0
femme10,5
samanlagt: trans*42,1
samanlagt: binert21,1
samanlagt: kynsleys42.1

Ikki-biner

Í kanningini spurdu vit eftir ymisk samheiti fyri tað at vera "ikki-biner". Her á Fornøvn.fo hava vit sum oftast brúkt stavsetingina ikki-biner, og hetta samheitið var eisini valt av 36,8% av luttakarununm. Kortini vísir kanningin, at tað samheitið, ið flestu luttakarar nýta um seg sjálvi, er non-biner (63,2%).

Vit kunnu eisini leggja afturat, at tað samheitið, ið kann sigast at vera "mest føroyskt", ei-tvískipað, er eitt av samheitunum, ið verður minst nýtt (bert 10,5% hava valt tað).

Kvir

Eitt annað orð, ið vit vóru áhugaði at kanna, var, hvat føroyskt samheiti fyri tað enska "queer" er mest umtókt. Vit meta, at kvir er tað heitið, ið hoyrist og sæst mest í føroyskum miðlum og hjá ymiskum felagsskapum. Men brúkar nakar tað um seg sjálva? Vit hava hoyrt fleiri føroyingar siga, at kvir ljóðar ov nógv sum orðið kvirr (sum í at vera stillur og tigandi), sum jú er tað mótsatta av tí, ein ynskir at vera í einum stríði fyri sjónligheit.

Úrslitini stuðla hesi hugsan: Eingin av luttakarunum velur at lýsa seg við stavsetingini kvir. Í staðin velur eitt sindur yvur ein triðing (36,8%) av luttakarunum bara at brúka tað enska samheitið queer. 15,8% valdu ein form sum er gjørdur eitt líti sindur meira føroysk: qveer

Kynsleys

Ein kynsleysur (á enskum: agender) persónur er hvørki kvinna, maður, ella nakað annað kyn. At vera kynsleys kann skiljast sum at hava ongan kynssamleika. Summi kenna seg meira sum eitt eitt menniskja enn sum eitt kyn, kenna seg kynsleys, ella eru kanska eru bara uttanfyri í tí tvískipaðu kynsskipanini. Kynsleys, ella fólk uttan kynssamleika, kunnu eisini verða kalla seg kynsnevtral og meta seg hvørki vera maður ella kvinna.

Tað kom óvart á okkum, hvussu nógvir luttakarar eyðmerkja seg sum onkursvegna "kynsleys" (samanlagt: 42.1%). Tað mest valda samheitið í hesum bólki, "kynsleys/ur, kynssamleikaleys/ur, uttan kyn, uttan kynssamleika", bleiv valt av 21,1% av luttakarunum. Hartil valdu 15,8% at nýta tað enska agender. Hetta vísir, at ein stórur partur av teimum, ið kalla seg ikki-biner, uppliva at tey slett ikki hava nakað kyn.

Kynsskifti

Høvuðsendamálið hjá Fornøvn.fo er fyrst og fremst at stríðast fyri frælsi, virðing og inklusjón í málinum. Men av tí at hetta er fyrsta spurnakanning av sínum slag í Føroyum, ið vendir sær beinleiðis til ikki-biner fólk, hildu vit tað vera eitt upplagt høvi at spyrja eitt sindur breiðari. Vit ynsktu at fáa eina betri fatan av, hvussu tilgongdin til kynsskifti, sosialt, løgfrøðiligt og kropsligt, sær út hjá føroysk ikki-binerum.

Av øllum luttakarunum valdu 78,9% (15 fólk) at svara spurningunum um teirra egna kynsskiftistilgongd.

Býtið í bólkunum, ið svaraðu, var soleiðis: 78,6% av fólkunum við kvinna sum føðikyn og 100% av fólkunum við maður sum føðikyn. Hugt eftir aldri, svaraðu 77,8% av teimum undir 25 ár og 80% av teimum, sum eru 25 ár ella eldri.

Hvat meina vit við kynsskifti?

Áðrenn vit hyggja at tølunum, er vert at forklára hvat tey ymsu hugtøkini merkja:

Sosialt kynsskifti vísir til broytingar í gerandisdegnum. Hetta kann vera at brúka onnur klæðir, at brúka (ella ikki brúka) sminku, broyta hárslag, byrja at brúka eitt nýtt navn og nýggj fornøvn, umframt at kunna avvaraðandi, vinir og fólk á arbeiðsplássinum ella í skúlanum um sín kynssamleika. Í hesum høpi merkir detransition at fara aftur til støðuna áðrenn kynsskiftið (t.d. at taka gamla navnið ella fornøvnini aftur).

Ikki-læknafrøðiligt kropsligt kynsskifti fevnir um kropsligar tillagingar, sum ikki krevja læknafrøðiliga hjálp, eitt nú hártøku, raddarvenjing ella at ganga í serligum klæðum sum bindarum (binders), pakkarum (packers) ella gaffum (gaffs).

Læknafrøðiligt kynsskifti: Tvørkynd og ikki-biner fólk kunnu fara undir hormonviðgerð ella skurðviðgerð ið váttar teirra kynssamleika. Hugtakið mikroskamtan (microdosing) vísir í hesum høpi til at taka lægri skamtar av hormonum enn vanligt. Detransition merkir her at gevast við viðgerðini. Tað er vert at viðmerkja, at summi gera hetta, júst tí tey hava fyngi ynsktu úrslitini. Ávísar broytingar frá hormonviðgerð eru varandi og fara ikki aftur, sjálvt um viðgerðin heldur uppat.

Støðan hjá luttakarunum

Talvan niðanfyri vísir ein tvørskurð av úrslitunum, býtt sundur í svar við jaligum, neutralum og neiligum kenslum mótvegis ymsu formunum fyri kynsskifti.

sosialt kynsskiftiløgfrøðiligtkropsligt
navnabroytingkynsskiftiikki-læknafrøðiligt kropsligt kynsskiftihormonviðgerðskurðviðgerð
eg havi longu verið ígjøgnum tilgongdina
/ eg eri í gongd upp á allar mátar
/ eg havi longu fingið løgfrøðiliga navnabroyting
/ eg havi longu verið ígjøgnum allar tær viðgerðirnar, sum eg vil fremja
26,7%6,7%
eg eri í gongd
/ summastaðni ja, summastaðni nei
/ eg havi framt nakrar av teimum viðgerðum, sum eg ætli
33,3%33,3%13,3%

6,7%
mikroskamtan
6,7%
eg ætli mær at byrja / í framtíðini 33,3%
í framtíðini
13,3%
samla inn skjøl ella í bíðistøðu
13,3%
til binert kyn
66,7%
um nevtralur møguleiki finst
6,7%26,7%20%
eg veit ikki enn 20%6,7%33,3%26,7%26,7%
eg vil ikki svara 6,7%6,7%13,3%
eg ætli mær ikki
/ eg fari ikki ígjøgnum tað
/ eg ætli mær ikki ígjøgnum tað
33,3%26,7%6,7%26,7%26,7%26,7%
eg fari ígjøgnum/havi verið ígjøgnum eina detransitión
Til samans jalig 60%46,6%80%40%46,7%33,4%
Til samans neutral 0%26,7%13,4%33,3%26,7%40%
Til samans neilig 33,3%26,7%6,7%26,7%26,7%26,7%

Ein greið niðurstøða, er tann stóri áhugin fyri løgfrøðiligari viðurkenning. Heili 80% hava eina jaliga hugsan um at broyta sín kynsmarkør. Áhugin fyri sosialum kynsskifti er eisini stórur (60% jalig), meðan við skurðviðgerð eru fólk meira óviss ella neutral (40% neutral og 26,7% ætla sær ikki).

Avbjóðingar við navnabroyting

Í løtuni er navnalóggávan í Føroyum ein stór forðing fyri mongum ikki-binerum og tvørkyndum. Lógin sigur, at um eitt navn kann haldast at verða fólki til ampa, verður tað ikki viðurkent. Í viðmerkingunum til lógina stendur, at "navnið ikki má verða til ampa, er m.a. tað, at genta ikki má fáa dreingjanavn ella øvut, ella at navn, sum kann hava við sær, at barnið verður argað, ikki kann loyvast".

Ein vaksin persónur átti tó sjálvur at kunnað gjørt av um eitt navn er til ampa fyri seg ella ikki. Tað ber eisini til at argumentera fyri, at eitt navn er til ampa hjá einum tvørkyndum ella ikki-binerum persóni, um tað ikki samsvarar við kynssamleikan. Men soleiðis er praksis ikki í veruleikanum. Ein lutttakari viðmerkti:

"Eg bleiv avvístur seinast tí 'gentur skulu hava gentunøvn' og 'dreingir skulu hava dreingjanøvn' var svarið. Sleppi ikki, so leingi eg ikki sleppi at skifta p-tal."

Vit hava hoyrt um fleiri líknandi dømi um fólk, ið standa í somu støðu sum hesin luttakarin.

Tørvurin á løgfrøðiligari viðurkenning

Í løtuni er eitt av stóru málunum hjá LGBT+ rørsluni í Føroyum at fáa eina nútímans lóg um løgfrøðiligt kynsskifti. Málið er, at fólk skulu kunna skifta kyn í fólkayvirlitinum. Í hesum stríðnum er tað alneyðugt, at tey ikki-bineru eisini verða hoyrd og tikin við.

Um ein slík lóg bert loyvir fólki at skifta millum kassarnar "maður" og "kvinna", verður hesin stóri bólkurin framvegis ósjónligur og uttan rættindi. Úrslitini í hesari kanningini vísa týðiliga tørvin: Heili 66,7% siga seg ætla at skifta løgfrøðiligt kyn í framtíðini, men bert um ein kynsneutralur møguleiki verður tøkur í Føroyum. At fáa eitt triðja kyn (til dømis eitt X í passinum) er tí eitt avgerandi stig fyri rættindini hjá ikki-binerum.

Av tí at hesin møguleikin ikki finst í Føroyum enn, mugu summi leita sær uttanlands fyri yvirhøvur at fáa sín samleika viðurkendan. Ein luttakari skrivar:

"Eri í gongd við at broyta til nevtralt í Íslandi og Danmark"

Men tað er heldur ikki nokk bara at fáa løgfrøðiligan viðurkenning. Tað er eisini neyðut, at samfelagið er trygt og rúmar ikki-binerum og tvørkyndum persónum. Tí um ikki-biner kunnu ikki fáa sær løgfrøðiliga viðurkenning, sjálvt um tað er loyvt, um tey føla seg ótrygg í gerandisdegnum. Sum ein luttakari viðmerkur:

"Vil hava neutralt, men ivist í tryggleikanum av tí avgerðini, so tað verður nokk binert:/"

Niðurstøða

Hóast hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slag í Føroyum, og luttakarnir telja 19 fólk, so lýsa úrslitini eina mynd av føroyska ikki-binera samfelagnum. Fyrst og fremst vísa tølini okkum at ikki-biner eru sera fjølbroytt.

Vit eru eitt ungt samfelag, men umboða ymsar aldrar. Vit síggja, at eitt kynsneutralt føroyskt mál er í ferð við at fáa skap, men samstundis nýta mong okkara eisini binerar formar. Vit brúka ymisk samleikamerki fyri at lýsa okkara kynssamleika, summi kenna seg sum tvørkynd, onnur ikki; summi velja at varðveita navnið, tey fingu frá foreldrunum, meðan onnur velja sær eitt heilt nýtt navn. Vit eru ikki ein monolittiskur felagsskapur, okkara fjølbroytni er okkara styrki.

Spurnakanningin vísir okkum eitt samfelag, sum hugsar djúpt um sín samleika. Tá ið tað kemur til at velja fornøvn og mál, verður valið fyrst og fremst stýrt av innaru kenslum sum kynseufori og tryggleika. Men samstundis síggja vit okkurt harmiligt, vit liva í einum samfelagi, har stórar uttanífrá forðingar stýra okkara gerandisdegi. Óttin fyri at verða avvíst, ræðslan fyri stigmatisering, og tann stóra troyttanin av at skula greiða frá sínum kyni í hvørjari samrøðu, gera, at mong okkara ganga á kompromis við egna mál og egna vælveru fyri at sleppa undan tvístøðum.

Tá vit hyggja at málsligu úrslitunum, er tað áhugavert at síggja, at vit mangan leita uttanlands eftir orðum, ið hóska betur. 100% nýta kynsneutrala they/them á enskum, og vit velja heldur at nýta orð sum non-biner og queer fram um føroysk nýggjyrði sum ei-tvískipað ella kvir.

Samstundis síggja vit eina sterka semju um ávísar føroyskar orðingar. At 94,7% ynskja at verða umrødd sum systkin heldur enn systir ella bróðir, vísir eitt ynski um at brúka tey kynsneutralu orðini, sum longu finnast og rigga væl í føroyska málinum.

At enda er tað ógjørligt at spáka um hesar niðurstøður uttan at nevna løgfrøðiligu avbjóðingarnar. Kanningin vísir ein stóran tørv á lógarbroytingum. Navnalóggávan og kravið um eitt binert p-tal eru beinleiðis forðingar fyri trivnaðin hjá ikki-binerum. Luttakararnir vísa ein stóran áhuga (66,7%) fyri at skifta løgfrøðiligt kyn, men við tí treyt, at ein kynsneutralur møguleiki verður tøkur. Føroysk ikki-biner vilja vera sjónlig í lógini.

Okkara tilmæli

Okkara fremsta tilmæli viðvíkjandi hvussu ikki-biner skulu umtalast er heilt einføld: Tosa (til og) um tey á tann hátt, sum tey sjálvi ynskja.

Sum okkara egnu royndir og úrslitini í hesari spurnakanningini vísa, eru teir flestu formarnir, ið ikki-biner nýta, rættiliga lættir at brúka í gerandisdegnum. Ikki-biner vita, at tað kann vera torført hjá fólki rundanum at venja seg við nýggj orð, og at mistøk henda. Um góður vilji er báðumegin, eigur eitt virðiligt samskifti ikki at vera nakar stórur trupulleiki.

Av tí at ikki-biner eru ein sera fjølbroyttur bólkur, hevði tað verið skeivt at væntað, at øll tosa á sama hátt, til dømis at øll brúka somu fornøvn ella sama málfrøðiliga kyn. Vit eru tí eitt sindur varin við at viðmæla ein "standard", so freistast vit kortini at vísa á fornøvn, sum kunnu virka sum ein "standard" tá tosa og skriva verður um ikki-biner. Vit hugsa serliga at tað kann vera hent hjá rithøvundum, fjølmiðlum, týðarum og hjá samfelagnum sum heild.

Tann mest vanliga og tryggasta málsliga loysnin sum alternativ til hann og hon er uttan iva at brúka *tey/teirra í eintali. Vit mæla fjølmiðlum og rithøvundum til at gera hetta til ein standard, tá tosað verður um ein persón, har kynið er ókent, ella um persónurin er ikki-biner og onnur fornøvn ikki eru upplýst.

Tá ið kynsneutralt mál er í gongd við at taka skap, hevði tað eisini verið vert at tikið hesi fornøvnini (sum tey/teirra í eintali og møguliga eisini uppskotið hinn) inn í føroyskundirvísingina og mállærubøkurnar. Tey/teirra verður veruliga brúkt av føroyingum á føroyskum.

Hví yvirhøvur gera eina spurnakanning?

Vit á Fornøvn.fo valdu at gera hesa ikki-bineru spurnakanningina tí:

  • Hon gevur okkum neyðug hagtøl um, hvussu ikki-biner veruliga tosa, og hvussu tey vilja umtalast á føroyskum.
  • Vit kunnu vísa á hesi tølini, tá vit ráðgeva, týða ella tosa um málsliga inklusjón.
  • Hon gevur okkum ítøkilig argumentir. Tá fólk ella onnur siga at kynsneutralt mál bert er okkurt teoretiskt, ið ongin brúkar í veruleikanum, kunnu vit vísa á hesi svarini frá veruligum fólkum.
  • Kanningin er upplýsandi í sær sjálvum. Gjøgnum spurningarnar fáa fólk innlit í málsligar møguleikar (til dømis nýggj fornøvn ella samleikamerki), tey kanska ikki kendu frammanundan.
  • Hon hjálpir ikki-binerum at velja fornøvn. Onkur ivast kanska í, hvørji fornøvn eru best, og tá kann tað hjálpa at síggja, hvat onnur í samfelagnum brúka.
  • Hon vísir okkum trupulleikan. Kanningin vísur at tað, ið aftrar fólki mest í at brúka kynsneutral fornøvn, ikki er málið sjálvt, men uttanífrá sosialar forðingar. Hetta vísir okkum, hvar okkara átøk gera mest gagn.

Frítekstsvarini frá luttakarunum í endanum av kanningini vísa á álvarsamar trupulleikar hjá føroyskum ikki-binerum og tvørkyndum, sum tá ein luttakari skrivar:

"Høvuðsorsøkin til hví eg flutti til dk, er fyri at kunna broyta navn + løgfrøðiligt kyn, og fáa neyðuga viðgerð frá læknum vv. hormon og skurðviðgerð. Takk fyri arbeiði tit gera x"

Tað hevur eisini verið stuttligt, at hoyra frá viðkyndum fólkum, ið hava tikið sær stundir at seta seg inn í kanningina og leggja eina jaliga viðmerking eftir seg. Tvey viðkynd fólk skriva:

"Eg svaraði hesum spurnakanning fyri stuttleikar, mær dámdi tað, eg eri ein maður ið vil [...] læra okkara børn at ikki døma onnur fyri hvat tey eru, men at vera vinarligur til øll ið behandla teg gott <3"

"Flest fólk síggja seg sjálvi sum tað kyn tey vóru fødd sum. Tað at summi føla sum um at tey eru okkurt annað kyn er hvat tey føla, og man ger sítt besta ikki at skaða tey."

Ein onnur útgáva?

Vit vita enn ikki við vissu um vit fara at gera eina útgávu afturat av spurnakanningini næsta ár. Málið hjá ikki-binerum mennist og broytist skjótt, og tí vilja vit gjarna kannað tað ofta. Men tað krevur nógv arbeiði at gera ein líknandi kanning, so vit kunnu ikki lova at orkan er til staðar næsta ár. Um tú vilt hjálpa til, set teg í samband við okkum!.

Tú kanst melda teg til at fáa ein áminning gjøgnum teldupost um vit gera eina útgávu afturat 😏

Kelduávísing

Um tú endurgevur okkara frágreiðing onkustaðni, vilja vit ógvuliga gjarna frætta frá tær! Set teg í samband við okkum og fortel okkum hvar og hvussu 😏

Hvussu endurgevur man?

Reagera:

Deil: