Orðabók yvir inkluderandimál

Mál er ein berari av tankum, av mentan, tað er eitt grundarlag undir samskifti. Tað ávirkar okkara tankar og gerðir. Um vit vilja byggja eitt samfelag, sum er opið fyri fjølbroytni og at góðtaka onnur, so má okkara mál eisini verða inkluderandi.

Hóast vit fokusera mest á kyns- og seksualitetsviðurskifti á hesari heimasíðuni, so er eitt inkluderandi mál nógv meira enn bara tað. Niðanfyri arbeiða vit sum felagsskapur við at gera ein lista við setningum, sum sleppast skal undan, eisini við eina frágreiðing um hví og eisini hvat tey kundu verið skift út við.

Deil: