"Ráðið fyri nevtralt mál" kollektivið


Búmerkið hjá kollektivinum er ein samanblanding av íkonið fyri tvørkynd og eina talubløðru sum ímyndar mál.

+ =

Sniðgevingarleiðreglur og fílar

Vit eru eitt kvir kollektiv, við endamálinum at seta saman, granska, mynda og stuðla kynsnevtralt og ikki-binert mál. Vit stuðla eisini átøk fyri javnstøðu og sosialum rættvísi.

Okkara endamál

Vit stríða fyri frælsi, virðing og inklusjón í máli.

  • Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir teimum best.
  • Virðing – so at fornøvnini hjá øðrum eru vird.
  • Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey av nakrari orsøk.

Hjálp til

Fornøvn.fo er ein samstarvandi, “public-source” verkætlan sum sjálvboðin fólk hava gjørt. Tú kanst eisini gera títt íkast! Her eru nøkur øki, hvar vit vilja fegin hava tína hjálp. Fólk sum eru virkin stuðlarar verða bjóða at melda seg til okkara toymi.

Legg upplýsingar til

Fleiri partar av heimasíðuni (navnorð, kvir orð, inklusiv orðabók…) hava eina funktión at leggja afturat ella broyta upplýsingar. Um tú heldur okkurt manglar ella er skeivt, so skalt tú ikki ivast í at senda inn títt íkast.

Legg afturat ella rætta umsetingar

Manglar ein týðingarstrengur ella er hann skeivur? Trýst á “Tillaga týðingar” í síðufótinum og fylg vegleiðingini.

Send ein “pull request”

Tekniskar uppgávur eru samskipaðar á hesari kanban talvuni. Vel bara eina ótillutað uppgávu frá “To Do” súluni, tillutað tað til tínsjálvs og byrja at arbeiða uppá uppgávuna. Ikki ver bangin fyri at spyrja spurningar.

Stovnað eina nýggja málútgávu

Vegleiðingar til at stovnað eina nýggja málútgávu kunnu finnast her. Áðrenn tú byrjar, vinarliga set teg í samband við okkum fyri at samskipa við onnur ið kanska eisini arbeiða uppá somu málútgávu.

Gera eina málútgávu betri

Hygg eftir hendan yvirlitsskíggjan fyri at finna útav hvørji modulir mangla í málunum tú tosar, sum hava óavgreidd ting, o.s.fr.. Um tú vilt hjálpa til við nøkrum av hesum, sig okkum frá.

Framleið læru- og lýsingartilfar

Um tú hevur eitt hugskot, viljan og evnini til at framleiða okkurt ið samsvarar við okkara endamál, hettar kann vera alt frá eitt meme til sosialir miðlar og heilt til ein bókling um eitt serstakt evni, hygg so eftir okkara sniðgevingarleiðreglur og set teg í samband við okkum.

Núverandi limir

Deutsch

Español

Esperanto

English

Eesti keel

Føroyskt

Français

Magyar

Italiano

Ladino (Djudezmo)

Nederlands

Norsk (Bokmål)

Norsk (Nynorsk)

Polski

Português

Română

Svenska

Türkçe

Tiếng Việt

العربية (الفصحى)

Русский

Українська

日本語

中文

Komandi málútgávur