Vælkomin til fornøvn.fo!
Vit gera eina keldu við upplýsingum um ikki-biner og kynsnevtralt mál.
Vit hátíðarhalda/minnast:
1. july 2025
-
Alternativ tekstur: Eitt fýrakantað búmerki við reyðari bakgrund og ljósareyðum javnatekin “=” Hjúnabandsjavnstøðudagurin
-
Alternativ tekstur: Eitt fýrkantað flagg við seks vatnrættum strípum í javnbreidd: reytt, appelsingult, gult, grønt, blátt og lilla. Kvir vreiði-mánað
Hvat eru fornøvn og hvat brúka vit tey til?
Fornøvn eru orðini vit brúka ístaðin fyri at brúka navnið hjá onkrum, hvørja ferð vit tosa við tey. Flest fólk brúka “hann/hansara” ella ”hon/hennara”, tí gitað vit automatiskt hvat fornavn onkur brúkar útfrá teirra útsjónd. Men tað er faktiskt ikki so einfalt…
Kyn er nokkso fløkt. Onkur fólk “síggja ikki út sum” teirra kyn. Summi ynskja at vera kallað okkurt annað enn hvat man kanska fyrst hevði gitt. Nøkur fólk passað ikki inn í kassarnar “maður” ella “kvinna” og vilja heldur brúka meira nevtralt mál.
Hettar tólið loyvir tær at deila eitt leinki við tíni fornøvnum, og nakrar setningar sum dømi, so tú kanst vísa onnur hvørji fornøvn tú brúkar.
Hví er tað týdningarmikið? Tí tað er einfald menniskjalig virðing. Tú hevði ikki kallað Mariu fyri “Rebekka” bara tí tú dámar tað navnið betri. Ella tí at “hon sær út sum ein Rebekka”. Eisini sjálvt um hon hevur navnið “Rebekka” á hennara dópsváttan, men hon absolutt hatar tað og vil heldur brúka “Maria”. Tað er akkurát tað sama við fornøvnum - um tú ikki vilt verða ófólkaligur ímóti onkrum, so kallar tú tey fyri tað tey ynskja. Einasti munurin er at vanliga vita vit nøvnini hjá fólki, men ikki fornøvnini, tí tá vit fortelja onnur um okkum sjálvi, so byrja vit við okkara navn, men siga ikki okkara fornøvn. Lat okkum broyta tað!
Tú kanst brúka hesa heimasíðuna at stovnað eitt persónligt, fleirmælt kort við tínum nøvnum, fornøvnum, samleikaorð, pride fløgg, o.s.fv. - sum tú síðani kanst leinkja í tínari bio ella teldupostfót. Tað er ein einfaldur máti at fortelja fólki, hvussu tey skulu umtala teg!
Okkara endamál
Vit stríða fyri frælsi, virðing og inklusjón í máli.
- Frælsi – so at øll sjálv kunnu gera av hvørji fornøvn tey føla lýsir tey best.
- Virðing – so at fornøvnini hjá ørðum eru vird.
- Inklusjón – so at tá vit tosa um ein annan persón vit ikki kenna, gita vit ikki hvat teirra kyn er og at vit ei heldur útiloka tey fyri nakrari orsøk.
Aðrar málútgávur
Sosialir miðlar
- @[email protected]
- pronouns.page
Kvir Kalendara Bottur:
- @[email protected]
- calendar.pronouns.page
Fylgivøra:
- shop.pronouns.page
Hjálp til
Fornøvn.fo er ein samstarvandi, “public-source” verkætkan sum sjálvboðin fólk hava gjørt. Tú kanst eisini gera títt íkast! Her eru nøkur øki, hvar vit vilja fegin hava tína hjálp. Fólk sum eru virkin stuðlarar verða bjóða at melda seg til okkara toymi.